Metmaðurin setti nýtt met

Real Madrid tapti, men Raul skrivaði sær enn eitt kapittul í fótbóltssøguni, tá hann javnaði málmetið hjá týska Gerd Muller

Fótbóltur

Hann hevur spælt 712 dystir fyri Real Madrid, og tað hevur eingin annar spælari gjørt. Hann hevur skorað 321 mál fyri felagið, og tað hevur heldur eingin annar gjørt. Og heldur ikki er nakar í nær námind teimum 226 málunum, sum hann hevur skotið í liguni. Hann er yngsti spælarin, sum nakran tíð hevur spælt við besta liðnum hjá Madrid. Við 44 málum eigur hann eisini málmetið á spanska landsliðnum. Seks meistaraheiti og trý Champions League-heiti hevur hann verið við til at vunnið, og eingin annar í Europa hevur spælt eins nógv ella skorað eins nógv sum hann í Champions League.
Mikukvøldið var Raul við í 3-2 tapinum hjá Real Madrid móti AC Milan, og tað í sjálvum sær var sjálvandi ikki júst tað, sum spælarin sjálvur ætlaði. Men við málinum til 1-0 kom hann upp á 66 mál í Europa, og tað er tað sama, sum meira enn 30 ára gamla metið hjá Gerd Muller.
32 ára gamli Raul González Blanco er metmaðurin fram um allar í sponskum fótbólti, og enn tykist hann ikki hava ætlanir um at steðga.
Síðani hann í 1992 skifti frá Atlético Madrid, har ungdómsvenjararnir ikki hildu talentið vera somikið stórt, at hann skuldi bindast við sáttmála, hevur hann verið stjørnubarn og fótbóltsgudur í Real Madrid. Fyrstu dystirnir í vaksnamannafótbólti spældi hann við C-liðnum hjá Real Madrid, men 17 mál í 9 dystum vóru nóg mikið hjá táverandi venjaranum, Jorge Valdano, sum tók blaðunga áleyparan upp á besta liðið. Longu í næsta dystinum skoraði hann sítt fyrsta mál, tá Michael Laudrup sendi innfyri úr høgru í grannauppgerðini móti Atlético, og síðani hevur hann verið yndisbarnið hjá áksoðarunum. Nakað sum seinni fekk koleriska Atlético-forsetan, Jesus Gil y Gil at uppsiga allar ungdómsvenjararnar í felagnum.
Og so kunnu vit til stuttleika leggja afturat, at fótbólturin eisini ger um seg tann partin av lívinum hjá Raul, tá hann ikki er á fótbóltsvøllinum.
Saman við sponsku supermodellini, Mamen Sanz, hevur hann fýra dreingir, meðan fimta barnið er ávegis. Og teir fýra eru allir uppkallaðir eftir kendum fótbóltsspælarum. Teir eru Jorge (eftir Jorge Valdano), Hugo (eftir Hugo Sanchez) Héctor (eftir Héctor Rial), Mateo (eftir Lothar Matthaus).

Mynd: Raul
Síðani hann í 1994 spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá Real Madrid, hevur Raul havt kongastatus í kongliga spanska stórfelagnum
Mynd: Polfoto/AP

Fakta
Raul González Blanco
Føddur 27. juni 1977 í Madrid
Troyggjunummar: 7
Real Madrid: 711 dystir (321 mál)
Spania: 102 dystir (44 mál)

Skreyt og heiður
Spanskur meistari 6 ferðir
Spanska Super Cup 4 ferðir
UEFA Champions League 3 ferðir
UEFA Super Cup 1 ferð
Intercontinental Cup 2 ferðir
Besti málskjútti í bestu sponsku deildini (226 mál)
Besti málskjútti fyri Real Madrid (321 mál)
Besti málskjútti í Europa (66 mál)
Besti málskjútti fyri Spania (44 mál)
Ársins stjørnuskot í Spania í 1995
IFFHS (altjóða fótbóltshagfrøðingar) besti áleypari í 1990
Toppskjútti í Champions League 2 ferðir
Besti spælari í Spania 5 ferðir
Limur í FIFA 100 Hall of Fame
Alfredo Di Stéfano-steypið í 2008
Madrid Gold Medal í 2009
Royal Order Gold for Sports Merit 2006