Sambært nýggjastu tølunum frá Hagstovu Føroya var arbeiðsloysið hjá konufólki í november gjørt upp til 338 fulltíðararbeiðsleys svarandi til 2,7 prosent av arbeiðsfjøldini. Hetta er lægsta arbeiðsloysið millum konufólk í Føroyum síðani farið varð undir at skráseta arbeiðsloysi. Tað higartil minsta arbeiðsloysið hjá konufólki var í september 2002, tá tað vóru 342 fulltíðararbeiðsleys konufólk ella umleið 3,1 prosent.
Nærum met
Samlaða arbeiðsloysið fyri november var 585 fulltíðararbeiðsleys ella umleið 2,1 prosent. Hetta er tað minsta í nærum fýra ár, men er kortini ikki met. Minsta arbeiðsloysið higartil varð uppgjørt í september 2002, tá 522 fólk ella umleið 2,0 vóru arbeiðsleys.
Ongantíð null
Tað er altíð eitt ávíst tal av fólki, sum er á veg úr einum arbeiði í annað, eitt nú í sambandi við útbúgving ella flyting. Arbeiðsloysisprosentið kemur tí ongantíð heilt niður á null, verður sagt av Hagstovuni.