Ósemjan millum felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og leiðsluna á Landsjúkrahúsinum um setanina av leiðara á føðideildini fær nú avleiðingar. Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum fer undir ongum umstøðum at góðtaka, at ein ljósmóður er sett sum leiðari á deildini, og í gjár boðaði formaðurin í felagnum, Jana H. Dalsgaard frá, at fríggjamorgunin leggja limirnir í felagnum arbeiðið niður.
Tryggja sjúklingarnar
Longu tá stríðið millum partarnar tók seg upp gjørdi landsstýrismaðurin vart við, at hetta er ein ósemja millum eitt fakfelag og eina leiðslu, og tískil má metast at verða ein leiðsluspurningur heldur enn ein politiskur spurningur.
- Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur rætt og skyldu til at leggja arbeiðið til rættis innanfyri teir karmar, sum nú einaferð eru galdandi. So leingi hetta verður gjørt í tráð við galdandi sáttmálar, kann tað undir ongum umstøðum góðtakast, at eitt fakfelag forðar leiðsluni í at gera sítt arbeiði. Tí má verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum eisini metast at vera ólógligt, sigur Hans Pauli Strøm, sum kortini ikki ætlar sær at leggja seg út í ósemjuna.
Tað, sum beint nú liggur landsstýrismannnum fremst í huga, er at tryggja, at støðan gongur so lítið út yvir sjúklingarnar, sum gjørligt. Hvussu hetta kann gerast, kann hann ikki siga nakað ítøkiligt um enn, men landsstýrismaðurin hevur havt fleir fundir við leiðslurnar á teimum trimum sjúkrahúsinum, og hesir halda fram, til onkur loysn er funnin.