Vánirnar vóru ikki tær bestu, men tað gekk strúkandi at fyriskipa kappróðurin, sum leygardagin var á Fjarðastevnu í Vestmanna.
Tað kravdi royndar og dugnaligar menn at hava ábyrgdina av fasta startinum og at syrgja fyri, at bátarnir hildu seg á geirunum, sum teimum var tillutaður.
Alt hetta megnaðu vestmenningar til fulnar, og tað var ikki so lítið, tí líkindini vóru ikki góð. Lágættarvindurin var nógvur, og ælingarnir vóru rættuliga frekir. At ættin lá inn á Vestmanna bar við sær, at tað ofta var rættuliga djálvut.
Tí var tað einki at siga til, at dómararnir rættuliga tíðliga góvu boð um, at allir rógvararnir skuldu vera í bjargingarvesti.
Tá ið líkindini og umstøðurnar eru soleiðis, so plagar tað at vísa seg, at bátar, sum annars ikki hava staðið seg so væl, kunnu gera ein rættuligan vørr.
Soleiðis var tað ikki leygardagin, hóast ikki færri enn tríggir bátar vunnu hesa ferð, sum ikki hava vunnið fyrr í summar. Talan var um Drekan hjá Havnar Róðrarfelag, sum vann barnaróðurin hjá dreingjum, Hvessing sum vann kappingina millum 6-mannaførini við kvinnum og Argjabátin, sum vann kappingina millum 8-mannaførini.
Felags fyri allar hesar tríggjar bátarnar er, at teir fyrr í summar hava verið við í kappingini um sigrarnar, og tí var tað ikki so óvæntað, at tað hesa ferð eydnaðist hjá teimum.
Nú fimm kappingarnar eru av, eru tað bara tveir bátar, sum hava vunnið allar róðrarnar. Tað eru argjagentur umborð á Teistanum, sum hava vunnið allar barnaróðrarnar, og tað eru menninir umborð á 6-mannafarinum Páll Fangi.
Tølini tala
Á hesum kappóðrarteigum verður ofta tosað nógv um tíðir og met. Tá verður ofta víst á, at tað í kappróðri á føroyskum vágum og firðum ikki eru somu fyritreytir at tosa um tíðir og met, sum tað eru í svimjihyljum og á rennivøllum, ella tá ið tað verður kastað við hamara, spjóti, kúluvarpi ella onkrum øðrum.
Nógv er sjálvsagt í hesum, tí sjóvarfall, streymur, afturundirgerðir og so mangt annað spælir eisini inn. Men tað gevur undir øllum umstøðum meiri meining at tosa um og viðgera tíðir og met nú, enn tað gjørdi áðrenn 1997, tá ið tað bara var á Ólavsøku, at fasti starturin varð nýttur, eisini hóast kappróðrarfólk siga seg ivast í, hvussu tað stendur til við tí tøkniliga, tá ið urini verða startað!
Hóast tað rullaði og skvatlaði, so vísti tað seg í Vestmanna, at tíðirnar vóru frágera góðar. Sjálvandi eigur ættin, sum var undan, ivaleyst sín part av heiðrinum. Men, sum fleiri ferðir fyrr í summar, so vístu vinnararnir framúr góð avrik.
Sambært fínu hagtølunum á drekin.fo, so vóru í fýra kappingum vinnaratíðirnar tær bestu, sum tær nakrantíð hava verið í Vestmanna:
Erla Kongsdóttir, 5.06.20, við kvinnum róði 4,07 sekund skjótari enn nakað 5-mannafar við kvinnum áður hevur róð. Tað var Ørnin í 2006.
Beinta, 5.13.09, við gentum, róði 4,0 sekund skjótari enn nakað 5-mannafar við gentum áður hevur róð. Tað var Blikur í 2006.
Hvessingur, 4.48.23, við kvinnum róði 24.03!! sekund skjótari, enn nakað 6-mannafar við kvinnum áður hevur róð. Tað var Jarnbardur í 2000. Frammanundan fasta startinum róði Gongurólvur í 1988 teinin í Vestmanna í tíðini 4.56.90.
Páll Fangi, 4.37.04, við monnum róði 6,14 sekund skjótari, enn nakað 6-mannafar við monnum áður hevur róð. Tað var Sølmundur í 2006.
Í kappingini millum 5-mannaførini við dreingjum, var vinnaratíðin hjá Royndini Fríðu tann besta, sum hevur verið í Vestmanna, síðan fasti starturin varð tikin í nýtslu. Tað kann væl vera, at talan eisini í hesum róðrinum var um met. Men tað eigur at verða lagt aftrat, at Sílið við dreingjum í 1994 róði 1000 metra teinin í tíðini 4.48.40. Tíðin hjá Royndini Fríðu var leygardagin 4.51.09.
Vinnaratíðin hjá Argjabátinum, 4.34.16, var tann triði besta nakrantíð. Heiðabáturin róði í 2006 1000 metra málið í Vestmanna í tíðini 4.34.02, og tíðin hjá Ørvi var í 2006 4.34.13.
Tíðin hjá Vestmenningi, 4.26.07, var tann næstbesta vinnaratíðin nakrantíð í kappingini millum 10-mannaførini á 1000 metrum í Vestmanna. Bestu tíðina í hesi kappingini eigur Havnarbáturin, sum í 2008 vann við 4.25.04.