Lionel Messi kom í gjár ájavnt Raúl í samlaða toppskjúttarlistanum í Champions League kappingini, tá hann skoraði mál nummar 71 í 2-0 sigrinum á Ajax í bólkaspælinum.
Les eisini: Lionel Messi ájavnur Raul
Fyrrverandi Real Madrid framherjin, Raúl, hevur verið einsamallur toppskjútti í 13 ár. Raúl brúkti 142 dystir fyri at skjóta síni 71 mál meðan Lionel Messi bara hevur brúkt 90 dystir.
Av teimum málunum eru 40 skotin í bólkaspælinum. Hann hevur skotið mál á 23 ymiskum leikvøllum í 14 ymiskum londum. Bara fýra eru skorað við høvdinum, skrivar goal.com.
Lionel Messi trívist best saman við Andres Iniesta, sum hevur lagt upp til 19 av hasara málum. Hann hevur skorað flest mál móti AC Milan(8). Síðani Ajax(6), Arsenal(6) og Leverkusen(6).
Les eisini: Kreppa lúrir í Barcelona
Christian Abbiati er tann málverjin, sum Lionel Messi oftast hevur skorað ímóti(7). Hann skorar flest mál í november(18), sigur goal.com
Lionel Messi er í dag 27 ára gamal, so tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn hann yvirhálar Raúl, ið er givin á hægsta stigi. Hann er tó í harðari kapping við Cristiano Ronaldo, sum hevur skotið eitt mál færri enn Lionel Messi í Champions League samanlagt.