So hava meistararnir í Klaksvík avgreitt næstsíðstu fyrireikingina undan steypafinaluni, sum annan leygardag verður ímóti Víkingi á Tórsvølli.
KÍ var í dag í Streymnesi, har heimaliðið fyri síðstu ferð á hesum sinni átti heimavøll. Í 2023 fer EB/Streymur at spæla heimadystirnar í Hólmanum á Eiði, og 6-0 tapið í dag ber við sær, at EB/Streymur í 2023 fer at savna seg um landskappingina og steypakappingina. Møguleikin fyri europeiskum fótbólti í 2023 hvarv í dag.
KÍ avrikið var ógvuliga sannførandi. Eitt tað besta avrikið fyrr í ár var tað, tá ið klaksvíkingar vunnu 6-0 í Sørvági, og avrikið í dag var ikki so nógv øðrvísi.
Landsliðsspælarin Jóannes Bjartalíð, sum man vera besta boðið at vera kosin ársins spælari í ár, var sera eyðsýndur í hugflogsríka samanspælinum, og hann skoraði tvey mál – til 2-0 eftir eitt korter og til 4-0 eftir stóran hálvan tíma. Og so átti hann uppleggið, tá ið Claes Philip Kronberg eftir ein tíma økti um munin til 5-0. Jóannes Bjartalíð hevur nú skorað 16 mál, og tað er ikki frítt, at spenningur er kyknaður um, hvør fer at vinna gullskógvin, sum Sølvi Vatnhamar higartil hevur verið stórfavorittur at vinna. Sølvi er undan síðsta umfarinum ovast á máltindinum við 18 málum.
Páll A. Klettskarð var fyrsti KÍ málskjúttin í dag. Tað var í 13. minutti, og innskifti Jonn Johannesen staðfesti 6-0 sigurin. Hann hevur verið nógv darvaður av skaðum og tískil ikki spælt so nógv í ár. Í dag var hann málskjútti fyri fjórðu ferð í ár.
Leygardagin fer KÍ at seta punktum í landskappingini. Tað verður á heimavølli ímóti Skála. Sigurin í dag ber við sær, at KÍ hevur 74 stig ella eitt fleiri, enn HB vann FM við í 2018, tá ið HB setti met. Klaksvíkingar arbeiða fyri at røkka tveimum øðrum metum. Annað er at vera fyrsta felag, sum ikki tapir í landskapping yvir 27 umfør, og hitt er at vera felagið, sum tað fara fæst mál ígjøgnum hjá í landskapping yvir 27 umfør. Tað er einki, sum talar ímóti, at tað fer at eydnast at røkka metunum.
Og so er tað steypafinalan annan leygardag. Tá fara kvinnur og menn av húsum úr Klaskvík og Norðoyggjum og Leirvík og Gøtu og Eysturkommunu. Síðsta fyrireikingin hjá Víkingi undan steyðafinaluni verður ímóti EB/Streymi, sum endar á fimta plássi í landskappingini.











