Methøg søla í FCK: Daramy til Ajax

FCK hava selt álopsspælaran, Mohamed Daramy, til Ajax

(Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

FCK hava selt álopsspælaran, Mohamed Daramy, til Ajax. Prísurin er góðar 90.mió krónur, og hevur danska stórfelagið harvið sett met, tí hetta er størsta søla í søgu felagsins. Prísurin kann vaksa upp í 100.mió.

 

 

 

Bert 19 ára gamli Mohamed Daramy er eitt stórt navn í Danmark, tí hann hevur stríðst fyri rætti sínum at umboða Danmark í longri tíð – og er ein dokumentarur gjørdur, ið lýsir støðu hansara. Eftir at loyvini vórðu komin upp á pláss, so varð hann úttikin til u-19 landsliðið hjá dønum. Bert eitt ár seinni, í dag, er hann nevniliga úttikin til A-landsliðið, og verður hann sostatt við til dystin móti føroyingum á Tórsvølli tann 4.septembur.

 

(Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)