Methøg inntøka til OD

1. november var OD-dagur á Studentaskúlanum í Hoydølum, har meginparturin av næmingunum var úti og arbeiddi fyri at stuðla Operatión Dagsverk. OD-bólkurin hevur júst talt síðsta peningin upp og hóast summir næmingar hava noktað antin at arbeiða á degnum ella at gjalda aftaná, er peningaupphæddin væl størri enn undanfarna árið.

- Í fjør fingu vit umleið 125.000 kr. inn og tað vóru vit sera fegnar um. Tá ið tað varð greitt, at vit í ár kundu senda heilar 145.000 kr. avstað til OD-kontórið í Danmark, var fegnaðurin ikki minni. Orsøkin til hendan stóra munin í peningaupphæddunum er ivaleyst, at minsta upphæddin fyri hvønn næming í ár er hækkað úr 250 kr. til 300 kr fyri arbeiðsdagin umframt at alsamt fleiri næmingar taka lut í OD-degnum. Vit hava sett met í ár við stóru upphæddini. Hetta kann bert vera orsakað av einum sera arbeiðssomum OD-bólki og nøkrum dugnaligum næmingum. Gamla metið hjá Studentaskúlanum í Hoydølum var nevniliga 135.000 kr í 2004, sigur eitt umboð fyri OD.

 

Tilsamans metir OD-kontórið í Danmark, at OD-bólkarnir í Føroyum og í Danmark hava fingið umleið 7,2 milliónir kr. inn til at hjálpa guaraní-indiánarunum, sum liva sum skuldartrælir í Bolivia.

 

Vikuskiftið 30. november ? 2. desember fara nøkur umboð úr Studentaskúlanum í Hoydølum til Danmarkar á stórmøti, har allir OD-bólkarnir kring Danmark møtast. Her vera fimm uppskot um nýggjar verkætlanir lagdar fram og seinasta dagin verður atkvøtt, um OD komandi ár skal hjálpa Afganistan, Brasilia, India, Niger ella Zimbabwe.