Í Føroyum eru tað óivað mong, ið gera burturúr valentindegnum, hóast dagurin ikki hevur mong ár á baki í Føroyum sum ein dagur, ið verður hildin á onkran hátt.
Hetta er dagurin, tá fólk finna sína romantisku síðu fram, og í Danmark tykist hetta hava tikið dik á seg.
Blómuhandilsketan Interflora í Danmark boðar frá, at aftur í ár setur sølan met. Frá 2013 til 2018 hevur sølan verið í vøkstri á hesum degnum, ein vøkstur uppá 73%. Vøksturin í ár, í mun til í fjør, er á 11%, skrivar tíðindastovan Ritzau.
Sambært tíðindastovuni er danir ikki bangnir fyri at fara djúpt í lummarnar á valentindegnum, og serstakliga eru tað blómur og sjokuláta, ið fólk keypa hendan romantiska dagin.










