Metúrslit hjá Kaupthing Bank

tíðindaskriv

Mikumorgunin kunngjørdi Kaupthing Bank roknskapin fyri 2004


Úrslitið hjá Kaupthing vaks 109,6% í 1,4 milliardir DKK í 2004. Í mun til fyri árið síðan vaks úrslitið fyri seinasta ársfjórðing 66,1%.
Nettoinntøkan vaks 52,8% meðan tilsvarandi rakstrarútreiðslur einans vuksu 32%
Rentingin av eginpening-inum eftir skatt fyri 2004 gjørdist 22,6% í mun 23% árið frammanundan,
Samlaðu ognirnar í felagnum vuksu 174,6% og eru í dag 136,5 milliardir DKK, harav útlán til kundar bankans 99 milliardir DKK. Stóri vøksturin stavar serliga frá keypinum av danska vinnilívsbankanum FIH.
Eginpeningurin í bankanum var við árslok 2004 13,6 milliardir DKK og solvensurin 14,2%.
Kreditvirðið av bankan-um er enn einaferð hækkað av kreditmetingarstovnurin Moody´s.
Tað hevur eisini gingið væl hjá Kaupthing Virðisbrævameklarafelag í 2004. Kaupthing virðisbrævameklarafelag almannakunngerð sín roknskap um hálvan mars.