Upplivingarbúskapur skal á breddan í Norðurlandahúsinum komandi hósdag. Ein partur av hesum eru konsertir og festivalar, og í Danmark eru øll met sligin á hesum økinum í 2006. Robbie Williams, Rolling Stones, Madonna, Bruce Springsteen og George Michael hava pumpa peningarenslið á økinum, og longu nú kunnu fleiri fyrireikarar boða frá, at fíggjarliga er talan um besta árið hjá teimum nakrantíð.
Tíðindi