Met-kursir

Eftir velduga uppsvingið í farnu viku, var talan aftur um kurshækkan hjá Atlantic Petroleum hesa vikuna. Vøksturin hesa ferð var tó ikki eins ógvusligur, men við einum virði, sum nú aftur er komið á 385, er felagið nú aftur eins áhugavert, sum tað var fyrsta dagin, ið tað kom á marknaðin.
Tað er helst framhaldandi høgi oljuprísurin, sum er atvoldin til hetta. Prísurin á ráolju er annars lækkaður nakað, síðani neyðgoymslurnar vórðu opnaðar, men tað er eyðsæð, at hesar neyðgoymslur ikki eru nøkur varandi loysn. Og tí er verða virðisbrøv í oljufeløgum framvegis virðissett rættiliga høg.