Nýinnkeypti áleyparin hjá Cardiff, Emiliano Sala, var umborð á einum flogfari, sum hvarv yvir Ermasundi í gjárkvøldið. Franska løgreglan hevur váttað hetta í morgun.
Flogfarið, eitt lítið persónligt flogfar, var á veg úr Nantes til Cardiff, men hvarv brádliga av radarinum um hálvgum níggju tíðina í gjárkvøldið. Tvey fólk vóru umborð í flogfarinum og annað teirra var so Emiliano Sala.
Byrjað var at leitað í gjár og aftur í morgin, men veðrið hevur darvað arbeiðinum.
Argentinski áleyparin er júst vorðin dýrasti spælarin í søguni hjá Cardiff. Felagið keypti hann í síðstu viku fyri 127 milliónir krónur. Eftir ætlan skuldi hann spæla fyrsta dystin fyri walisiska felagið móti Arsenal í næstu viku. Hann hevði skrivað ein trý og eitt hálvt ára sáttmála við Cardiff City.
Hann hevur í ár skorað 12 mál í 19 dystum fyri Nantes í Ligue 1.