Íalt 21 skip vitjaðu, og er hetta størsta talið nakrantíð. Samstundis kann ein við gleði staðfesta, at talið av ferðandi eisini er økt. Størsta ferðamannaskipið í summar hevði ikki færri enn 1300 ferðafólk, meðan talið vanliga liggur um tey 600. Í fjør vitjaðu nærum 10.000 fólk í Nuuk.
Alt hetta hendir hóast ferðafólkaavgjaldið í vár hækkaði til 450 kr. fyri hvønn ferðandi. Hetta heldur kortini ikki ferðafólkunum aftur.









