Seinastu vikuna hava óvanliga nógv fólk ferðast um Suðuroyarfjørð. Fyrst Ólavsøkan, har nógv fólk fóru norður og suðuraftur – og síðani stóra hondbóltskappingin Faroe Islands Handball Cup, sum dróg nógv fólk til Suðuroynna.
Hetta skrivar www.sudurras.fo.
Tilsamans eru 11.000 fólk farin við Smyrli um Suðuroyarfjørð seinastu vikuna og hetta er størsta tal av fólki, sum hevur ferðast um Suðuroyarfjørð í eina viku, skrivar Suðurrás.
Tann 1. august visti sami miðil, at eini 1350 fólk vóru komin suður til Suðuroynna við Smyrli henda dagin, og var hetta eisini eitt óvanliga høgt tal.











