Mest útflutt av laksi

Laksur, toskur og upsi telja meira enn helvtina av útflutninginum, sambært nýggjastu tølunum frá Hagstovu Føroya. Útflutningurin januar til oktober í ár er 3,3 mia. móti 3,4 mia. somu tíð síðsta ár. Minkingin er 89 mió. ella 3%. Tá skip ikki eru tald við, er talan um størri minking. Tá er útfluttningsvirðið minkað 386 mió. sum er 12%.

Sum vit hava sæð alt árið, er tað serliga útflutningsvirðið av uppisjóvarfiski sum er minkað, meðan virðið er vaksið fyri alifisk.

Um útflutningurin verður gjørdur upp eftir fiskaslagi, kann staðfestast at laksur, toskur og upsi nú telja meira enn helvtina av samlaða útflutninginum, tá skip ikki eru tald við. Restin av útflutninginum er býtt millum hini fiskasløgini og 4% sum ikki er fiskur.