KappróÐur
Jóanes Hansen
6?mannafør menn: Í fleiri kappingum kann tað kennast ikki so ógvuliga áhugavert, tá ein og sami bátur vinnur allar róðrarnar og ongantíð í nøkrum róðri fær kapping frá nøkrum øðrum báti.
Soleiðis er tað avgjørt ikki, tá 6?mannaførini við monnum kappast. Í Hvalvík vann Strálan av Strondum fyri triðju ferð. Munurin aftur til Sølmund og Riddaran var ein knøpp bátslongd, men kappingin var sera spennandi.
Hvessingur var í heimasjógvi. Í níti árunum vann hann FM heitið fimm ferðir. Í ár hevur ikki hilnast væl hjá teimum, men í startinum í Hvalvík tóktust teir ætla sær at vera við, har tað gekk fyri seg. Hetta eydnaðist kortini ikki heilt. Á fjórða plássinum var Hvessingur gott og væl eina bátslongd aftanfyri Riddaran. Páll Fangi, sum bara var ein lítlan skut aftanfyri Hvessing á málinum, tvífaldaði sítt stigatal ? úr tveimum og upp í fýra.
Strálan fekk ikki so góðan start, sum bæði Riddarin og Sølmundur fingu, men kortini var tað skjótt, at Strálan var við, har tað gekk fyri seg. Tá hálvt málið var rógvið, var Strálan eina hálva bátslongd undan hinum, men eftir tað var munurin onkuntíð minni enn so.
Hóast kappingin ikki er púra avgjørd, so bendir nógv á, at tað verður Strálan, sum fer at vinna FM og harvið endurtaka sigurin frá í fjør. Men tað verður sera spennandi at síggja, hvussu tað fer at tørna út í teimum báðu síðstu kappingunum. Ikki minst ólavsøkuróðurin kann hugsast at gerast rættuliga spennandi.










