Skipasmiðjan MEST hevur altíð havt nógvar lærlingar í starvi - ikki minst við tí í huga at menna vinnuna.
Soleiðis er eisini í dag, har nógvir lærlingar eru í læru hjá skipasmiðjuni MEST, harav 18 verða avlærdir í 2017, og 10 verða avlærdir í 2018.
- At hava lærlingar er ein góð íløga við tað, at fleiri av núverandi lærlingum fara at gerast góðir sveinar í fyritøkuni - og aðrir fáa eina lopfjøl til víðari útbúgvingar.
Tað sigur stjórin í MEST, Mouritz Mohr.
Vit spurdu eisini skipasmiðjustjóran, hvussu gongur við ætlanunum at inniloka dokkina á Skála, soleiðis sum tíðindini bórust fyrr í ár.
- Sum gongdin er í vinnuni í dag hava vit góðar vónir um ætlaninar at inniloka dokkina, og arbeitt verður ítøkiliga og miðvíst við at fremja hesa ætlan í verki, sigur Mouritz Mohr.
MEST-samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAM Offshore Service.
Felagið hevði sambært ársroknskapinum fyri 2015 311 starvsfólk í arbeiði og 324 miljónir krónur í umsetningi.