Ein stórur triðingur av tí, sum var á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum í dag, var toskur, harav tað mesta var frá línuskipum. Men prísirnir vóru lágir. Toskur II fór fyri 15,19 krónur í meðal, toskur III fyri 14,60 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 12,78 krónur fyri kilo.
Umleið 40 tons vóru av hýsu. Meginparturin var hýsa II og III, og meðalprísurin var ávikavist 10,38 og 9.40 krónur. Línuskipini høvdu eisini nakað av longu, og longa II fór fyri 11,18 krónur í meðal.
Rættiliga fitt av svartkalva var á uppboðnum í dag. Marknaðurin seldi góð 36 tons, sum fóru fyri 24,19 krónur í meðal fyri kilo.
Eitt sløg av kongafiski var, og eins og í gjár var prísurin góður. Í dag kom tann besti prísurin upp í 20 krónur fyri kilo.
Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin smá 180 tons í dag fyri 2,6 milliónir krónur.