MEST keypt størri sleipara

– skapar nyggjar møguleikar hja vinnuni, siga eigararnir

– skapar nyggjar møguleikar hja vinnuni, siga eigararnir

 

Størri skip innan eitt nú ferða-, fiski- olju- og flutningsvinnuna kunnu framyvir koma til og frá bryggju í Føroyum. Nýggi sleiparin hjá MEST, sum hevur munandi størri togmegi enn verandi sleiparar í landinum, kann nøkta tørvin hjá størri skipum.

 

Sáttmáli um keyp av størri sleipara varð undirskrivaður í gjár, og væntast sleiparin til Føroyar um tveir mánaðir.

 

Talan er um nógv tann størsta sleiparan, sum kann veita tænastur til vinnuna í Føroyum. Togmegin á nýggja sleiparanum er umleið tríggjar ferð togmegina á verandi sleiparum í Føroyum – umleið 40 tons.

 

Nýggi sleiparin er 26 metrar langur og 8 metrar breiður og egnaður til at arbeiða í øllum veðri. Báturin hevur stóra hekkurullu, dekskrana og harumframt stórt deksspæl, sum kann brúkast í samband við ymiskar avbjóðandi uppgávur.

 

Umframt at vera loðs- og sleipibátur er nýggi sleiparin eisini vælútgjørdur til bjargingaruppgávur og kann verða viðvirkandi partur av tilbúgvingini og hevur millum annað tvær FIFI (Firefigthing) vatnkanónir á stýrihústakinum.

 

Eftir at skipið hevur verið til botnkanningar og annað, er skipið væntandi í Føroyum um tveir mánaðir ella so.

 

MEST hevur veitt loðs- og sleipitænastur síðani 1975, tá ið »Skúmarin« varð bygdur. Seinastu árini hava kundar og vinnan sum heild gjørt vart við tørvin á størri sleipibáti.

 

– Vit eru sera nøgd við, at tað er eydnast okkum at fáa ein sleipara, sum lýkur øll okkara krøv til ein sleipara á okkara farleiðum, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.