- Hóast eitt tap upp á 11,1 milliónir var 2010 árið, tá skeiva gongdin hjá Mest vendi. Felagið roknar við einum yvirskoti í 2011 upp á níggju milliónir krónur áðrenn skatt, sigur Mouritz Mohr, stjóri á skipasmiðjusamtakinum Mest.
Mest hevði aðalfund í gjár, og tá var roknskapurin lagdur fram, sum vísir eitt hall upp á 11,1 milliónir krónur. Stórar avskrivingar seta sin dám á úrslitið, sigur Mouritz Mohr, stjóri
? Mest hevur framt stórar broytingar í 2010. Nýggj nevnd og leiðsla byrjaðu á sumri í 2010, og umfatandi rationaliseringar vórðu settar í verk. Nýggj strategi varð løgd, og fyritøkan umskipað í greiðar rakstrtareindir við hvør sínum leiðara. Størri dentur er lagdur á sølu- og marknaðararbeiði, og hetta hevur longu havt sína ávirkan. Seinna hálvárið í 2010 er væl betri enn fyrra, vísir Mouritz Mohr á.
Felagið roknar við einum yvirskoti í ár upp á nýggju milliónir áðrenn skatt.
Eginognin hjá Mest er 70 milliónir krónur.