Messi skaddur í Barcelona-sigri

Lionel Messi verður ikki við í “El Clasico” um eina viku

FC Barcelona hevur í kvøld lagt seg á odda í sponsku landskappingini, La Liga. Á heimavølli vann FC Barcelona 4-2 á Sevilla, sum undan hesum umfarinum var oddalið. Stóra søgan frá dystinum er, at Lionel Messi bleiv skaddur í arminum, og skal sita uttanfyri í tríggjar vikur.

 

Lionel Messi spældi bara fyrru hálvu av fyrra hálvleiki, men megnaði í teimum fáu minuttunum at leggja upp til 1-0 málið hjá Philippe Coutinho, umframt at skorar sjálvur til 2-0. Síðani datt hann niður á armin og bleiv skaddur.

 

FC Barcelona hevur í kvøld staðfest, at Lionel Messi verður uttanfyri í upp til tríggjar vikur. Um eina viku er “El Clasico”, sum uppgerðin millum FC Barcelona og Real Madrid. Nú verða hvørki Lionel Messi ella Cristiano Ronaldo við. Tveir spælarar sum síðani 2009 hava verið ímyndin av hesi uppgerðini.

 

Real Madrid er í kreppu og tapti aftur í dag. Hesa ferð á heimavølli móti Levante. Real Madrid hevur bara skorað eitt mál í fýra dystum, men við sigri móti FC Barcelona, so eru teir við aftur.