Messi raktur av fløsku í rokaligum dysti

Barcelona vann í kvøld ein rokmiklan dyst á útivølli móti Valencia

Barcelona spældi í kvøld á útivølli móti Valencia. Og hóast tað leingi sá út til, at dysturin skuldi enda við málleysum javnleiki, so eydnaðist tað tó Barcelona seint í yvirtíðini, at tryggja sær øll trý stigini.

Sigursharri fyri Barcelona var miðvallarleikarin Sergio Busquets, sum eftir innlegg, fekk skotið bóltin í málið.

 

Merkisvert var tó, at meðan Barcelona leikararnir fegnaðust um sigursmálið, so gjørdist Lionel Messi raktur av eini fløsku, ið ein áskoðari tveitti á vøllin.

 

Við sigrinum, liggur Barcelona á øðrum plássi í La Primera Division við 31 stigum fyri 13 dystir.

 

Oddalið í La Primera Division eru verandi Champions League vinnararnir, Real Madrid, ið hava 33 stig fyri 13 dystir.

 

Valencia – Barcelona 0-1 (0-0)

0-1 Sergio Busquets, 90+.