Messi aftur á máltalvuni – venjarin útvístur fyri at floyta

La Liga: FC Barcelona var aftur á vøllinum í gjár og Lionel Messi skoraði enn eina ferð

Spanska landskappingin er farin í gongd aftur. Í gjár var FC Barcelona á vøllinum fyri aðru ferð, og fyri aðru ferð skoraði Lionel Messi í einum Barcelona sigri. FC Barcelona vann 2-0 á Leganes, sum fekk venjaran útvístar fyri at floyta.

Unga stjørnuskotið, Ansu Fati, byrjaði inni og legði heimaliðið á odda í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki økti Lionel Messi við brotssparki, sum bleiv gjørt móti honum, eftir at hann dribblaði framvið meginpartinum av verjuni hjá Leganes.

Tá Lionel Messi skuldi skjóta brotssparkið, floytaði venjarin hjá Leganes í eini roynd at órógva bóltsnillingin úr Argentina. Tað bleiv hann burturvístur fyri. Sermerkt fyri dystin er eisini, at FC Barcelona fekk heili fimm gul kort seinastu minuttirnar.

FC Barcelona er í harðari kapping við Real Madrid um spanska meistaraheitið. FC Barcelona er fimm stig fremst, men Real Madrid hevur ein dyst til góðar, sum verður í annaðkvøld móti Valencia.

##med2##

1Barcelona29204569:3164
2Real Madrid28178352:2059
3Sevilla29149642:3051
4Real Sociedad28145946:3447
5Getafe29138838:2747
6Atlético Madrid281113432:2246
7Villarreal291351146:3844
8Valencia281110739:4043
9Granada291261137:3542
10Athletic Bilbao28911830:2438
11Osasuna28811935:3935
12Levante291051434:4235
13Real Betis298101140:4734
14Real Valladolid287111025:3432
15Alavés28881229:3932
16Eibar28761528:4427
17Celta Vigo285111222:3526
18Mallorca29741828:4925
19Espanyol29591525:4624
20Leganés29581622:4323