Merktu ótryggleikan á sínum egna kroppi

Týsdagin merkti eitt húski á sínum egna kroppi, hvussu ótrygt tað hevur verið við sjúkraflutningi úr Suðuroynni ímeðan verkfallið hevur verið

Sjúkraflutningur

? Hvat kundi hent, tori eg ikki at hugsa um. Men var tyrlan ikki tøk, kundi tað skjótt enda við eini vanlukku, bæði hjá mammu og barni.
Erland Jacobsen á Tvøroyri er ein av teimum mongu sum heldur, at tað má aldrin henda aftur, at útjaðarin í Føroyum aftur kemur at liggja avskorin frá Havnini, sum hann hevur verið hendan mánaðin, verkfallið hjá Skipara og Navigatørfelagnum vardi.
Tað, sum folk kring landið hava stúrt mest fyri, er, at ímeðan verkfallið var, hevur heldur ongin skipaður sjúkraflutningur verið. Strandfaraskipini hava ikki verið tøk til sjúkraflutning, men allar ringast hevur støðan verið í Suðuroynni, tí Smyril, sum plagar at liggja á Drelnesi um náttina, hevur ligið í Havn ímeðan verkfallið hevur verið, so har hevur rætt og slætt ongin bátur verið til taks.
Og hvussu ótrygg hendan støðan hevur verið, merkti Erland Jacobsen og hansara húski til fulnar.

Í skundi
Dóttir Erland Jacobsen er við barn, men brádliga stungu trupulleikar seg upp. Hon varð flutt á Suðuroyar Sjúkrahús, har hon var løgd undir skurð og barnið tikið við keisaraskurði, hálvan annan mánað fyri, at hon annars skuldi eiga.
? Hóast tey á Suðuroyar Sjúkrahúsi gjørdi ett gott og fyrimyndarligt arbeiði, varð mett, at tað var neyðugt at flyta móður og barn á Landssjúkrahúsið beinanvegin, sigur Erland Jacobsen.
Hann sigur, at tíbetur var tyrlan tøk, og tíbetur vóru floglíkindi, so tey vórðu flutt norðurum skjótt og væl.
?Men hetta var bara av tilvild, at tyrlan til alla lukku fekk flogið. Men, hvat kundi verið hent, vóru floglíkindi ikki, ella var tyrlan ikki tøk av øðrum orsøkum, torir hann ikki at hugsað um.
? Var hetta Dýra Biðidag, 26. apríl, tá ið tað var av ringasta veðri við kavaroki og stormi og tyrlan ikki fleyg, ella hevði tað verið so svart í mjørka, at hon ikki hevði fingið flogið, kundi hetta í ringasta føri enda við eini vanlukku, bæði fyri móður og barn, sigur Erland Jacobsen.
Hann sigur, at hesuferð lagaði tað seg lukkutíð soleiðis, at alt spældi av, men tað var so bara tí at tyrlan var tøk, og tað kundi akkurat tað sama laga seg øðrvísi, bæði av veðri, tekniskum breki, ella tí at tyrlan var bundin av aðrari flúgving.

Má ikki henda aftur
Erland Jacobsen tekur tískil fult undir við, at stig verða tikin til, at sambandið til útjaðaran við strandfaraskipunum verður tryggjað eisini tá ið ósemjur eru á arbeiðsmarknaðinum. Eitt nú kann tað gerast við at gera tey, sum eru knýtt at skipunum til tænastumenn.
? Tað kann væl vera, at tað kostar eitt sindur av pengum, at gera manningarnar til tænastumenn. Men tað kostar í øllum førum samfelagnum tíggju ferðir meiri at ein stórur partur av landinum í heilum liggur avskorin í so langa tíð, tí vinnan fær ikki virka.
? Men verður tað ikki gjørt, eigur tað minsta at vera, skipini liggja í útjaðaranum, tá ið verkfall er, so at tey altíð eru tøk til sjúkraflutning við stuttari freist.
Sjálvur hevur Erland Jacobsen røkt ferðasambandið ímillum Suðuroynna og Havnina í yvir 30 ár, tá ið hann sigldi við Smyrli.
Og hann er avgjørt ikki samdur við Strandferðsluni í at tað er tryggari fyri Skipið, at tað liggur í Havn í eini verkfalstøðu, heldur enn í Suðuroy.
?Í verkfallinum hevur Smyril ligið við oljukeiina í Havn og tað man vera av ringastu brimplássum í landinum.
? Sama, hvar í Suðuroynni, Smyril lá, um tað var á Tvøroyri, ella í Vági, lá hann 10 ferðir tryggari har fyri veðri, enn hann gjørdi við oljukeiina í Havn, sigur Erland Jacobsen.
Tað eru eisini tey, sum hava roynt at gera lítið burturúr týdninginum av Smyril er tøkur í Suðuroy til sjúkraflutning, tí tey siga, at tað hevur ongantíð verið brúk fyri honum til bráfeingissjúkraflutning úr Suðuroy til Havnar.
? Hetta er ikki rætt. Sjálvur havi eg meiri enn einaferð verið við, tá ið Smyril hevur verið noyddur at sigla av Tvøroyri, norður til Havnar við sjúklingum, uttanfyri vanligu ferðaætlanina, sigur Erland
Jacobsen, so tann støðan kann væl taka seg upp aftur, sigur hann.
Annars kann leggjast afturat, at bæði mamma og barn hava tað gott á Landssjúkrahúsinum.......