Merktu jarðskjálvtarnar í Føroyum

Seismiskar mátistøðir í Føroyum hava mált jarðskálvtarnar úr Japan og Kili. Jarðfeingi hevur í samstarvi við BGS (British Geological Survey) 5 seismiskar mátistøðir í Føroyum. Hesar standa norðarlaga á Streymoyni, í Svínoy, vestarlaga á Vágoynni, í Suðurstreymi og á Suðuroynni. Tær eru serliga ætlaðar til mátingar av jarðskjálvtum nærhendis Føroyum og til mátingar av omanlopum bæði á landi og nakað út eftir havbotninum.

Hóast tað at seismikkstøðirnar ikki eru gjørdar til mátingar av fjarum jarðskjálvtum, so kemur meiri enn so fyri at hesir eisini vera máldir. Og soleiðis var eisini bæði við skjálvtanum í Japan og í Kili.

Jarðskálvtin í Japan var 26. febuar 2010 kl. 20:31:27 UTC (føroyska tíð). Skjálvtin máldi 7.0 á Richter stiganum. Jarðskjálvtin varð máldur í Føroyum umleið klokkan 20:44 og var sera týðiligur at síggja á mátitólunum, skrivar Jarðfeingi á heimasíðuni.

Jarðskálvtin í Kili var 27. februar 2010 kl. 06:34:14 UTC og máldi 8.8 á Richter stiganum. Jarðskjálvtin varð máldur í Føroyum umleið klokkan 6:49, men var ikki serliga týðuligur her, hóast hann var nógv harðari enn tann í Japan.