Merkisvert stórt arbeiðsloysi millum yngri kvinnur

Lutvíst størsta arbeiðsloysið í Føroyum er millum kvinnur í aldrinum millum 25 og 34 ár

Arbeiðsloysið í Føroyum er sera lágt. Nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya vísir, at í  desember var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,5%. Fyri menn var arbeiðsloysið 2,1 prosent og fyri kvinnur 2,9 prosent.

Hetta er lægsta arbeiðsloysi, sum var í fjør. Størst var tað í juli við 3,0%, og síðani er talið minkað mánað fyri mánað.  

Í desember var talið á fulltíðararbeiðsleysum 693 persónar, og tað err 130 færri enn í juli.

Lutvíst størsta arbeiðsloysið er millum yngri kvinnur, sum eru í aldrinum 25-34 ár. Í hesum aldursbólki eru 5,5 prosent av kvinnunum arbeiðsleysar, og tað er næstan tvífalt so høgt sum arbeiðsloysið í miðal hjá kvinnum.

Arbeiðsloysið er minst hjá teimum, sum eru í aldrinum 45-54 ár.