Hondbóltur ? kvinnur
Hóast kvinnuliðini í høvuðsstaðnum ikki longur hava sama leiklut í fremstu deildini, sum tey høvdu fyri fáum árum síðani, so mundu áskoðararnir tó hava vónir um ein hampuliga góðan hondbóltsdyst millum grannarnar sunnudagin.
Lítið skil á
Tað stóð tó skjótt greitt, at talan so als ikki fór at gerast um nakran væl leiktan dyst, og eitt skifti sá so heldur ikki út til at spenningurin skuldi vera til staðar, men tað venda vit aftur til.
Frá fyrstan tíð sá út til, at Neistin veruliga ætlaði at trumla grannarnar niður. Í verjuni royndu tær at vera framfýsnar, og í álopsspælinum settu tær nógva ferð á, og alt hetta eydnaðist sum so.
Trupulleikin var bara tann, at ferðin varð sett somiki langt upp, at bláu genturnar als ikki kundu fylgja við sjálvar. Ferð eftir ferð fingu tær í verjustøðu fatur á bóltinum, men nærum hvørja ferð endaðu mótálopini við elementerum tekniskum mistøkum, og so kundi alt vera tað sama.
At Neistin so kortini kundi fara til hálvleiks við einari merkisverdari 8-4 leiðslu, kunnu tær takka málverja sínum og kyndilsliðnum sum heild fyri. Helena Dam Poulsen í Neista málinum, tóktist vera sera væl uppløgd, og ferð eftir ferð hevði hon góðar bjargingar, tá kyndilskvinnur vóru komnar í góða skotstøðu, og hetta tók fullkomuliga pippið frá teimum grønu.
Tað hoyrir kanska eisini við hjá einum botnliðið, at tað skal ikki so nógv mótrák til, áðrenn dirvið fellur, og soleiðis tóktist eisini at vera við Kyndli. Eftir at Helena nakrar ferðirnar hevði noktað teimum atgongd til meskarnar, datt alt niðurfyri.
Liðið var annars styrkt til dystin, við tað at Ann Hansen nú aftur var at síggja, men heldur ikki hon kundi venda vónloysinum, sum at enda viðførdi, at Kyndil at kalla einki spæl hevði, men bert royndi seg við panikkskotum, sum ikki í nóg stóran mun hóttu mótstøðumálið.
Gjørdist spennandi
Í seinna hálvleiki helt máttloysi hjá Kyndli fram, men nú gekk nakað betri hjá Neistanum.
Spakuliga togaðu tær seg longur burtur, og støðan hjá Kyndli gjørdist næstan skammilig, áðrenn tær at enda fingu sítt fimta mál. Tá høvdu tær ikki skorað í nærum hálvan tíma. Neistin var komin upp á 12-4, og sjálvt neistavongurin á høllini klappaði, tá so Erla Smith loksins fekk bóltin inn um Helenu.
Stutt undan hesum hevði Kyndil annars sett Maritu Hermansen inn at verja málið, og helst var tað ein samansjóvan av hesum, og so háanini frá mótstøðuni, sum brádliga fekk Kyndil at rakna við.
Frá teirri løtu, at tær fingu sítt fimta mál, var ein heilt annar vilji at síggja á liðnum. Tær royndu brádliga at stríðast í verjuni, bit kom í álopsspælið, og seigliga byrjaðu tær at toga seg inn á Neistan.
Tað átti helst ongan tíð at komið so langt, men tað eydnaðist so sanniliga Kyndli at skapa spenning aftur í dystin. So hvørt sum munurin minkaði, kom alt meira fjáltur á Neistan, og tað var um reppið, at tær tveittu sigurin burtur, men nærri enn tí eina málinum komu tær hjá Kyndli so ongantíð.
Soleiðis endaði alt við væntaða sigrinum til heimaliðið, men uttan at fara ov nógv í smálutir, so kann bara staðfestast, at tær framyvir mugu vísa nakað væl betri spæl, um tær ætla sær at halda fast um triðja plássið á talvuni.
Hvat Kyndli viðvíkur, so er eitt sindur ilt at siga, hvat skal til. Meira støðugt spæl er í øllum førum eitt gott boð. Sunnudagin skutu tær eitt mál í hálvan tíma, fyri síðani at skjóta 12 í eitt korter, men samanlagt er hetta ikki nóg mikið. Skulu stigini gerast fleiri, má góða korterið í øllum førum leingjast í framtíðini.
Dysturin í tølum
Neistin-Kyndil 18-16 (8-4)
Málskjúttar:
Neistin: Katrin á Neystabø 5(2), Kára á Dunga 3, Birita Wardum 3, Rakul Augustinussen 2, Susan Brockie 2, Mildrid Jacobsen 1, Gunnleyg Berg 1, Annika Thomsen 1
Kyndil: Lotte Sørensen 8(4), Annika Ljósstein 4, Erla H. Smith 2, Linda Weihe 2
Brotskøst: Neistin 2, Kyndil 5
Útvísingar: Neistin 2, Kyndil3
Dómarar úr Tjaldri: Trúgvi Mortensen & Kári Hansen. Høvdu úr at gera við at døma fyri ov nógv fet og dribl!