Enn er óvist, nær strandfaraskipið, Hasfjord, verður klárur aftur at seta í sigling. Tað var um tíggju tíðina í morgun, at hann fekk okkurt um skrúvuna, tá ið hann skuldi leggja at í Skopun og tískil fekk hann ikki siglt. Síðani hevur kavari kannað málið, og so merkiligt tað ljóðar, er tað eitt gamalt dekk av einum traktori, hann hevur fingið um skrúvuna inni í Skopunar Havn.
Strandferðslan sigur, at dekkið hevur sett seg so mikið fast, at tað kann henda seg, at Hasfjord má sleipast til Havnar og má á beding fyri at fáa skorið dekkið undan aftur. Av tí sama siglur hann ikki fyribils, men Ternan ger ein eykatúr við farmi nú seinnapartin.