Aftur í ár syrgdu studentar fyri, at Merkið veittraði á Regensen yvir av Rundatorni í Keypmannahavn sjálvan flaggdagin.
Tað vóru føroyskir á studentabýlinum Regensen - ella Garði - í Keypmannahavn, sum á fyrsta sinni lótu tað føroyska studentaflaggið, Merkið, hanga alment frammi úr einum vindeyga á Regensen. Seinastu árini hava íbúgvar har á staðnum syrgt fyri, at Merkið veittrar á hvørjum ári á flaggdegnum - á markusarmessu 25. apríl. Tað stuttliga við hesum er, at tað eisini eru danskir studentar, ið syrgja fyri, at flaggið verður vundið á stong hendan dagin. Veðrið var av tí besta í Keypmannahavn í dag, og nógv fólk gingu í danska høvuðsstaðnum, har Merkið slapp at hanga í tí lýggja lotinum.