Løgmaður hevur nú avgjørt, at Sendistova Føroya fer at liggja mitt í hjartanum í Reykjavík. Her fer Merkið einsamalt at veittra, og sendimaðurin fær diplomatiskan myndugleika Føroyski sendimaðurin verður formliga partur av donsku sendimannaskipanini, tí tað er treytin fyri at fáa diplomatiskan status ? júst so sum skipanin er við føroysku sendimonnum í London og í Brússel. Men sendimaðurin í Íslandi fer at hava høvuðssæti í egnum hølum, sum eru uttanfyri nevndu skipan.
-Við hesi loysnini verður Merkið einsamalt vundið á stong, samstundis sum vit varðveita fyrimunirnar, ið eru knýttir at einari altjóða sendimannaskipan. Hetta meti eg hevur alstóran týdning fyri okkum nú, vit byggja upp eina professionella uttanríkistænastu, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Adressan hjá sendistovu Føroya verður Austurstræti 14, 5. hædd. Hetta er mitt í Reykjavík, beint nærindis Altinginum og dómkirjuni.