Merkið eiga vit øll

Flagg okkara er gott at halda seg til, tí tað dagliga minnir okkum á, at vit eru føroyingar, segði kollfirðingurin, og legði dent á, at Merkið er ogn alra føroyinga

Høgni Mohr


Í Kollafirði stóð ungi stjórin, Ben Arabo, á røðarapallinum. Áhugaverda røðan hjá unga Arabo bar brá av tí søguliga, men var kortini í stóran mun framlítandi.

Hann kunnaði áhoyararnar um, at flaggdagshaldið í ár var hitt hálvtrýssinstjúgunda síðan flaggdagurin kom alment í gildi í 1950. Hann nevndi eisini, at Kollafjørður ikki hevði verið heilt týdningarleysur í flagghøpi, tí fyrsti fólkafundur, ið hildin varð í Føroyum, við Merkinum veitrandi einamøllum, var hildin í Kollfjarðardali í 1925.

Ben Arabo hugleiddi sera hegnisliga um tørvin á einum flaggi í Føroyum í dag. ? Hvønn týdning hevur flaggið fyri eina tjóð ? Tørvar okkum eitt slíkt í hesum døgum, ið heimurin gerst alsamt minni, og tosað verður um, at almeimsbygdin gerst veruleiki ?, spurdi hann, og mintist italiumannin, Marconi, sum hevði fylt 125 ár flaggdagin. Marconi er faðir radiotólsins, og hann hevði sambært røðaranum í Kollafirði neyvan kunnað ímyndað sær fjarskiftisframburðin, ið hevur verið síðan.


Mugu ikki

krógva okkum

? Fjarsamskifti hevur havt stóran framburð við sær, segði Ben Arabo, og helt áfram: Heimurin verður alsamt minni. Til ber at síggja og tosa við fólk hinmegin knøttin. Vit kunnu altíð fáa banka- og handilssamband, tí internótin gevur okkum atgongd til allan heimin.

? Fylgisveinar sveima rundanum okkum og senda sjónvarpsmyndir, telefonsignal, peilingar til skip o.s.fr. Tað tykist næstan sum onki er óført. Einasta, ið fær fólk at øtast í hesum døgum, er at tey framvegis øtast í heila tyki. Vit liva í eini tíð, har ungdómurin druknar í kunning ella informatión, men spurningurin er, um hann ikki hungrar eftir vitan?

? Til ber at finna kunning um at kalla alt á internótini í hesum døgum. Vit kunnu fáa at vita hvør vektin er á øllum heimsins fartelefonum, og hvat Napoleon fekk sær omaná døgurða, áðrenn sín síðsta bardaga.

? Fylgisveinasjónvarp ger, at vit kunnu síggja allar møguligar vanlukkur... meðan tær henda um allan knøttin. Afturat hesum, kemur sjálvsagt alt tað ivasama tilfarið, ið sveimar kringum í loftmiðlunum og á internótini. Er hetta gott ? Vit kunnu ikki krógva okkum fyri framburði. Lítli heimurin, har samskiftið gongur gjøgnum fylgisveinar og teldur er ein veruleiki, og hann mugu vit fyrihalda okkum til. Vit mugu ikki avbyrgja okkum, legði Ben Arabo dent á.


Grundfestið týdningarmikið

Kollfirðingurin nam eisini við neyðina og vesaldómin í heiminum, og helt í hesum sambandi fyri, at neyvan nakar her á landi mundi hava orsøk at siga, at vit ikki hava tað gott her í Føroyum - og Kollafirði?

Orsøkirnar til trivnaðin her á landi eiga vit, sambært røðaranum í Kollafirði, ikki at gloyma. Hann segði, at øll tey, ið undan eru farin áttu herðaklapp uppiborði, tí trivnaðarstríðið er aldargamalt, og at tað er skylda teirra ungu at halda áfram við hesum stríði. Fortreytina fyri, at hetta letur seg gera, segði Ben Arabo vera, at vit hava grundfesti.

Móti endanum, segði røðarin í Kollafirði, at Merkið var gott at halda seg til, tí tað dagliga minnir okkum á, at vit eru føroyingar, og at tað er ogn alra føroyinga. ? Merkið er eitt av tí sjáldsama, ið ikki ber til hjá einstaklingum, ella bólkum at taka einkarrætt á, segði hann, og endaði við einum ørindi úr yrkiingini hjá Hargarskaldinum, Til Føroya:




Tú føroyingur, hvar tú um heimin fer,

eitt prýði fyri land og fólk títt ver,

sýn spekt og semju, verj tey veikastu,

hav hjartalag, sum móður tín við teg.