Nú ein góður mánaður er til týska valið, hava landsins kristindemokratisku flokkar, CDU og CSU, í dag skotið valdystin í gongd.
Tað verður gjørt við einum tiltaki í Berlin, har millum annað fín vitjan er av núvrandi og fráfarandi sam veldiskanslaranum, Angelu Merkel.
Merkel skal vera við til at venda skútuni fyri 60 ára gamla Armin Laschet, sum er boðið hjá CDU til avloysara hjá Merkel.
Laschet líktist fyri bara fáum mánaðum síðani einum uppløgdum valevni til starvi. Upp á stutta tíð hevur hann mist undirtøku í veljarakanningum í stórum.
Men Merkel er »sannførd um«, at hann er rætti maðurin. Tað sigur hon í dag í sambandi við startskotið hjá CDU og CSU.
– Tað hevur altíð verið týdningarmikið hjá honum at seta indivitið og individuella virðið fokust. Eg eri sannførd um, at tað við við júst hesi framferð, at hann fer at tæna týska fólkinum, sigur Merkel.
Laschet kom millum annað í brennidepilin í juli í samandi við ógvusligu vatnflóðirnar í Týsklandi.
Á einum sjónvarpaðum tíðindafundi í deilstatinum Nordrhein-Westfalen sást Lascet í skellilátri í bakgrundini, meðan samveldisforsetin Frank-Walter Steinmeir tosaði um tey mongu ofrini í vanlukkuni.
Hendan sera óhepna hendingin førdi til álvarsamar atfinningar mótvegis kanslaravalevninum, sum síðani hevur biðið um umbering.
Í landsumfevnandi meiningakanningum er CDU og CSU falnir frá sløkum 30 prosentum beint fyri vantflóðina til 23 prosent 18. august. Tað vísa tøl frá greiningarstovninum Forsa.
Teir fáa soleiðis harða kapping frá Javnaðarflokkinum SPD, sum hevur fingið vind í seglini og nú stendur til at fáa 21 prosent av atkvøðunum.
SPD hevur yvirhálað flokkin Tey Gørnu, sum stendur til 19 prosent av atkvøðunum.
Týska valið verður sunnudagin 26. september.
/ritzau/Reuters










