Merkel krevur fullan opinleika frá USA um avlurting

Angela Merkel, týski samveldiskanslarin, kravdi í gjár, at amerikanarar halda týska lóg í fregnarvirksemi sínum á týskari jørð.

Kravið kemur, eftir at andstøðan um vikuskiftið fanst harðliga at Merkel og borgarligu-liberalu samveldisstjórnini.

Andstøðan heldur, at USA dregur týsku stjórnina upp á tráð í málinum um avlurtingarnar av teimum sameindu, sigur ritzau sambært dr.dk.

Val verður í Týsklandi í september, og málið um avlurtingina hjá amerikonsku fregnartænastuna, sum Edward Snowden kt-serfrøðingur avdúkaði, hevur givið andstøðuni vind í seglini. Merkel, CDU-formaður, stóð annars til at fáa tryggan valsigur.

Livir ikki upp til eiðin

Peer Steinbrück, kanslaravalevni hjá sosialdemokratiska flokkinum SPD, skuldsetti í gjár kanslaran fyri ikki at liva upp til leiðin, hon svór um at verja týska fólkið, tá hon tók við í 2005.

Steinbrück, sum sjálvur hevur verið fíggjarmálaráðharri undir Merkel, heldur, at týska innlendisfregnartænastan BND - sum verður samskipað frá kanslaraskrivstovuni - skuldi vitað um ólógliga eftirlitið av týskum statsborgarum.

Merkel vildi ikki gera beinleiðis viðmerkingar til atfinningarnar í gjár, men leggur dent á, at hon vil hava alt avlurtingarmálið greitt.

- Eg vænti mær greitt at fáa at vita frá amerikonsku stjórnini, at í framtíðini verður týsk lóg hildin á týskari jørð.

- Vit eru samverkafólk og eru saman í einum verjufelagsskapi, og vit mugu kunna líta hvør á annan.

Hon streingir á, at alheims dátuverjan verður herd í ST-høpi.