Í Týsklandi gongur 15 prosent av samlaðu ferðsluni fyri seg um náttina, meðan 33 prosent av øllum ferðsluvanlukunum henda í myrkri. Hetta hevur gjørt sítt til, at bilídnaðurin í mong ár hevur arbeitt við at menna skipanir, sum síggja í myrkri.
Eitt nú BMW og General Motors hava eisini arbeitt við slíkum elektroniskum skipanum. Í 1994 hevði Opel eina slíka skipan í einum konseptbili, sum vísti fólk og djór á vegnum í óklárum myndum.
Nýggjasti S-klassin hjá Mercedes-Benz S hevur í dýrastu útgávunum eina skipan sum sær í myrkri. Skipanin virkarsoleiðis at eitt innbygt infrareytt kamera, sum er bygt inn í forrútin, saman við infrareyðum ljósi frá forlyktunum, gevur eina heilt klára mynd av tí sum framman fyri er, sum t.d. fólk, djór, ein uppsteðgaður bilur ella at eitt træ er dottið út á vegin. Infrareyða ljósið sær 160 metrar fram, dupult so langt sum forlyktirnar i á bilinum.
Á instrumentborðinum situr ein skíggi, har sum speedometrið er, t.v.s. at speedometrið er ein skíggi, og tá tað verður myrkt, skiftir skíggin automatiskt til eina mynd, har bilførarin sær 160 metrar fram eftir koyrivegnum.
Myndatekstur:
1.
Skíggin á instrumentborðinum tá tað er myrkt. Infrareyða ljósið sær 160 metrar fram, dupult so langt sum forlyktirnar i á bilinum. Leggið til merkis at speedometrið er beint undir myndini
2.
Í dagsljósi sæst tað ikki, at speedometrið er ein skíggi, sum skiftir automatiskt til eina mynd, tá tað verður myrkt
3.
Infrareyðu lyktirnar lýsa dupult so langt sum forlyktirnar uttan at blenda
4.
Nýggjasti S-klassin hjá Mercedes-Benz S hevur í dýrastu útgávunum infrareytt ljós sum sær í myrkri.