Mentunnarkafé í Klaksvík

.

Í morgin letur ein sokallað mentunnarkafé upp í Klaksvík. Hetta verður í hølum Klaksvíkar Húsmøðrafelags í Bøgøtu 3.

Opið verður frá klokkan 20.oo á kvøldi, verður sagt í tíðindaskrivi í samband við, at kaféein letur upp.

Og talan verður um mentan í orðsins sanna týdningi, verður sagt. Bæði føroyska og útlendska mentan.

Fólk fáa her møguleika at síggja hoyra og smakka ymiskt, úr mongum ymsum londum. Annars verður talan um tiltøk við tónleiki, upplestri og sangi.

Tað fer at kosta 30 krónur at sleppa inn. Men so fæst eisini ein kaffi- ella temunnur og okkurt at bítaí afturvið. Tann, sum vil hava okkurt annað afturat, kann keypa hetta.

Sagt verður í tíðindaskrivi frá stigtakarunum, at um onkur er, sum hevur hugskot til skrá til kaféina, taka tey fegin í móti. Hugskot kunnu sendast til:


Mentunnar-

kaféina Ælabogan

v/ Vigdis Svendgård

Postsmoga 246

700 Klaksvík

Tlf. / fax 5 78 06