Mentu seg á ferðini

Útferð: Heilafelagið var fyri stuttum á ferð í Danmark eina viku. Tað ger teimum heilaskaddu ómetaliga væl at sleppa ein slíkan túr, sigur Bjarn Juul Pedersen, sum saman við Jóannesi Rasmussen skipaði fyri túrinum

Fleiri fólk við heilaskaða hava ikki somu møguleikar sum tey frísku at ferðast. Summi sita í koyristóli, onnur eru illgongd. Harfyri ger tað eisini teimum eins og øllum øðrum væl at sleppa burtur og uppliva nakað annað.
Annaðhvørt ár skipar Heilafelagið fyri uttanlandsferð fyri limum sínum, og ferðin í ár var í mai.
- Tað riggaði stað væl hjá okkum at ferðast við Norrønu, sigur Bjarne Juul Pedersen.
Ferðalagið slapp umborð ein tíma fyri, at hini ferðafólkini komu, vóru koyrd yvir til lyftuna og so upp á kømrini.
- Serligu kømrini eru so væl innrættað, at eingin orsøk er hjá illgongdum fólkum at halda seg aftur vi at ferðastm, sigur hann.
Tey 32 ferðafólkini fóru úr Føroyum leygardagin fyri hvítusunnu. Fýra teirra vóru serliga illa fyri við at ganga, men alt gekk væl kortini, tí tey fingu so góða hjálp allastaðni.
Sjúkrasystir og heilsuhjálpari voru við í ferðini.
Bussurin koyrdi fólkini til Skærbæk í Suðurjyllandi. Tey gistu í einum fritíðarbý við húsum, sum eru innrættað til fólk í rullistóli.
Frítíðartilboðini voru nógv. Har var stórt ítróttarøki, svimjihøll, bovlinghøll og mangt annað.

Fleiri útferðir
Dagin eftir, sum tey komu til staðið, fóru tey útferð til Schackenborgslottið, har Joakim prinsur býr. Tey vórðu vístu runt á økinum, vitjaðu slottið og fingu ein góðan frásøgumann at siga søguna.
Tey vitjaðu eisini kirkjuna, har Joakim prinsur og Marie vórðu vígd.
Tey gistu so tætt við markið til Týsklands, at væl bar til at fara ein túr suðurum til handils
Ein dag koyrdu tey í nakrar tímar í hestavogni á økinum uttan um Skærbæk, og ein dagurin var ítróttardagur. Tá spældi ein partur av teimum bozzia.
Ein dag vóru tey til handils i Bilka. Hálvur fimti tími varð settur av til ferð og at keypa, men tíðin rakk ikki.
- Tað var ein ótrúliga góð ferð. Um kvøldið sótu vit í felagshúsinum og trallaðu og sungu og høvdu tað stuttligt, sigur Bjarne Juul Pedersen.
Tey stuttmintu heilaskaddu høvdu eisini stóra gleði av túrinum. Ein stuttlig løta er altíð góð.
Túrin heim aftur gekk líka væl sum ferðin úr Føroyum.
- Vit kendu næstan ikki fólkini aftur. Tey vóru so glað og fullkomiliga broytt, sigur Bjarne Juul Pedersen, sum ætlar sær at hjálpa til við at skipa fyri næstu ferð hjá Heilafelagnum aftur um tvey ár.