Mentanin skal seta dagsskránna

Tað er rættiliga ymiskar royndir, útlendingar hava havt við at samantvinna mentan og vinnulív. Bæði í Hetlandi og Írlandi eru skipanir, sum kundu verið ynskiligar hjá listafólkum í Føroyum. Ræðandi dømi er Skotland, har vinnulívið í alt ov stóran mun stýrir skotsku mentanini

Eitt av nógv umrøddu evnunum á Mentanarráðstevnuni um vikuskiftið var sambandið millum vinnulívið og mentan. Fyrireikararnir høvdu bjóðað fyrilestrarhaldarum úr fleiri londum at greiða frá, hvussu viðurskiftini millum mentan og vinnulív vóru skipað í teirra parti av heiminum. Flestu luttakararnir á stevnuni vóru á einum máli um, at fyrilestrarnir vóru sera áhugaverdir, og at føroyingar kunnu læra nógv av útlendsku royndunum.

Ymiskar royndir
Umboðið fyri Hetland, Arthur Watt, sum er formaður í hetlendska lista grunninum, greiddi frá, hvussu stóran týdning oljupengarnir høvdu fyri hetlendska mentanarlívið. Hetlendingar áseta eina ávísa upphædd av inntøkunum av oljuvinnuni til hetlendska mentan, og sambært Arthur Watt høvdu oljupengarnar verið til betra munandi um hetlendska mentanarlívið.
Sett verða eingi krøv til einstaka listafólki, og av tí, at tey sleppa at hóreiggja sær sum tey vilja, eru úrslitini nógv betri. Hetlendska skipanin hevur eisini verið uppi at vent í Føroyum. Eitt uppskot hevur verið, at ein litur av av hvørjari oljutunnu skal fara til føroyska mentan.
Í Skotlandi er støðan ræðandi. Michael Russel segði frá, at skotska mentanarlívið hevði sæð nógv betri dagar. Hann tók kenda filmin, Braveheart, sum dømi um eina óveruliga lýsing av skotsku mentanini. Filmurin var hvørki gjørdur av skotum og ei heldur ikki tikin upp í Skotlandi. Filmurin lýsti væl hvussu vinnulívið hevði fingið ov stóra ávirkan á mentanarlívið í Skotlandi, og at skotska mentanin var blivin til ein søluhátt, sum bara tænti vinnulívinum og als ikki mentanini.
Skotar høvdu selt sína sál, tí alt snúði seg um pengar, og mentanin við við at vatna út til nakað óveruligt. Michael Russel ávaraði føroyingar um ikki at enda í somu støðu sum skotar, har vinnulívið hevði fingið alt ov stórt vald.
Fyrilestrarhaldarin úr Írlandi, Patrick J. Murphy, var sera bjartskygdur um gongdina í Írlandi. Tónleikalív, málningalist, bókmentir og sjónleikur blóma sum ongantíð áður. Politisku myndugleikarnir í Írlandi hava gjørt serligar skattaskipanir til listafólk og vinnulív, sum stuðlar írsku mentanini. Listafólkini sleppa undan at gjalda persónsskatt, og fyritøkur, sum keypa list, kunnu draga listina frá í skatti. Henda skipan var veruliga verd at umhugsa hjá føroyingum, tí hon hevði rættiliga positiv árin á írska mentanarlívið, metti Patrick J. Murphy.

Mugu ikki selja okkum
Á Mentanarráðstevnu vóru føroyingar og útlendingar samdir um, at føroyingar fyri alt í verðini ikki mugu enda í somu støðu sum Skotland. Bæði umboð fyri vinnuna og mentanina vóru samd um, at royndirnar úr Hetlandi og Írlandi avgjørt áttu at verði umrøddar í kjakinum um føroyskan mentanarpolitikk í framtíðini.
Partarnir vóru eisini á einum máli um, at tað skal verða mentanin, sum setur dagsskránna, og avgerð hvussu langt hon vil flyta seg, og ikki vinnulívið.
Føroysk listafólk vístu á, at tað er sera torført at samantvinna mentan og vinnulív. Mentan og list er vanliga nakað, ið ein er noyddur at fara í dýpdina við, meðan virksemi hjá vinnulívinum ikki júst er av tí slagnum.
Hóast tað ikki varð til meir enn prát á ráðstevnuni, so vóru fyrireikarnar og luttakararnir samdir um, at orðaskiftið var sera gevandi og eitt gott ískoytið til, tá framtíðar mentanarpolitikkurin í Føroyum skal orðast.