- Mentanarvikan er ein upplagdur møguleiki at leggja dagsins stríð til viks, møta vinum og koma hvørjum øðrum við.
Tað sigur forkvinnan í mentamálanevndini hjá Fuglafjarðar býráði, Kristina Toftegaard Larsen, nú mentanarvika er í Fuglafirði hesa vikuna.
Kristina fer í annaðkvøld klokkan 17 at seta mentanarvikuna í Fuglafirði.
Hon vísir á, at skráin bjóðar alskyns sløg av mentanarligum tiltøkum, sum verða til gleði og gagn fyri fuglfirðingar - og fyri vitjandi, sum vónandi verða mong í tali hesar dagarnar.
Forkvinnan í mentamálanevndini dylur ikki, at Fuglafjørður er býur, har mentanin livur og sprettur.
- Her er rík tónleika-og skaldamentan, og vit hava listarfólk, sum gera seg galdandi, bæði heima og úti.
Kristina vísir á, at mentanarvikan leggur upp til at skapa íblástur og kveikja neistar, sum kunnu fjálga um okkara mentanararv.
- Hetta er ein vika til okkum øll, ið ynskja at fylla eitt vet av mentan til likams og sálar. Her kanst tú uppliva nakað annað enn tað vanliga, víðka tín sjónarring, og tú kanst skilja, hvussu onnur síggja verðina.
Hon leggur aftrat, at sum vitjandi til ymisku mentanartiltøkini í Fuglafirði hesar dagarnar, kanst tú læra okkurt nýtt - ella, tú velur bara at vera í nútíðini og fjálga um tín samleika.
- Jú, Fuglafjørður verður eitt must í døgunum, 18.-23. september, hjá øllum teimum sum vilja lívga kenslum og sansum.
Kristina sigur, at Fuglafjørður við hesi viku vil geva øllum Føroya fólki møguleikan at síggja, hvat til ber at reisa á føtur av mentanarligum tiltøkum, tá einstaklingar, feløg, vinna og kommuna standa saman.
- Hetta er ein upplagdur møguleiki at leggja dagsins stríð til viks, njóta mentan, møta vinum og koma hvørjum øðrum við, sigur forkvinnan í mentamálanevndini hjá Fuglafjarðar býráði, Kristina Toftegaard Larsen.
Á myndini eru, f.v.: Brynhild Næs Petersen, samskipari, Ólavur Larsen, leiðari í Mentanarhúsinum og Kristina Toftegaard Larsen, forkvinna í mentamálanevndini