Á hvørjum sumri heldur Útnorðurráðið ráðstevnu. Ráðstevnan í ár, har evnið er mentan, verður hildin í Qaqortoq í Suðurgrønlandi, í døgunum 13.- 14. juli 2000.
Umleið 60 luttakarar hittast á ráðstevnuni, bæði politikarar frá Útnorðurráðnum og Norðurlandaráðnum eins og umboð frá eini røð av norðurlendskum mentanarstovnum. Harafturat verða mentamálaráðharrarnir í Útnorðurráðnum við: fyri Ísland Björn Bjarnason, fyri Føroyar Högni Hoydal og fyri Grønland Lise Skifte Lennert. Tann danski mentamálaráðharrin, Elsebeth Gerner Nielsen, som eisini er formaður fyri teir norðurlendsku mentamálaráðharrarnar í ráðharraráð Norðurlandaráðsins, verður eisini við á ráðstevnuni.
Endamálið við hesi mentanarráðstevnuni er við framløgum og orðaskifti at geva íblástur til at meta um og menna mentanarliga samstarvið í Útnorði, og í hesum sambandi leggja høvuðsdentin á støðu Útnorðurráðsins í norðurlendska mentanarsamstarvinum. Ráðstevnan skal sum liður í hesum virka sum íblástur við at orða tilráðingar í sambandi við komandi ársfund.
Ráðstevnan hevur 3 høvuðsevni: ?Mentanararvur í Útnorði?, ?Útnorður sum partur av norðurlendska mentanarsamstarvinum? og ?Mentanarsamstarvið í Útnorði nú og frameftir?. Fólk frá londunum í Útnorði við tilknýti til mentan og mentanarpolitikk fara at halda fyrilestur um hesi 3 evnini. Hvørt evni endar við stuttum orðaskifti.
Ráðstevnan endar við, at mentamálaráðharrarnir í Útnorði hava framløgu um støðuna og framtíðarætlanirnar fyri mentanarsamstarvinum í Útnorði. Formaðurin fyri teir norðurlendsku mentamálaráðharrarnar í ráðharraráði Norðurlandaráðsins hevur ískoytisframløgu um støðuna og framtíðarætlanirnar fyri luttøku Útnorðurráðsins í norðurlendska mentanarsamstarvinum. Eftir framløgurnar verður felagsorðaskifti millum ráðharrarnar og hinar luttakararnar.
Føroysku umboðini í Útnorðurráðnum, sum luttaka, eru: Jógvan Durhuus, formaður, Lisbeth L. Petersen, Henrik Old og Eyðun Viderø. Harafturat luttaka Jóanis Nielsen fyri mentanarnevnd Løgtingsins, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum.
Útnorðurráðið










