Mentanarnáttin farin av bakkastokki

Stjórin í Norðurlandahúsinum, Sif Gunnarsdóttir, helt setanarrøðu í dýrdarveðri á Vaglinum.

Mentanarnáttin 2014 er nú sett. Røðari á setanini var stjórin í Norðurlandahúsinum, Sif Gunnarsdóttir, sum við setanarrøðu síni greiddi frá søguni hjá hesum tiltaki og ynskti øllum at vera vælkomin.


Hon vísti í røðu sínari á hvussu hetta tiltakið er vaksið – ikki bara í Føroyum, men aðrastaðni við – sum árini eru gingin.


Mentanin eigur sjálvsagt sín stóra lut í hesum tiltaki, og vísti hon á hvussu mentanin er fyri øll og segði seg vóna, at listin fór at verða væl móttikin.


At enda segði hon, at tað gaman í eru fyriskipararnir, sum skapa innihaldið á mentanarnáttini, men at tað eru teir glaðu gestirnir, sum skapa rætta hýrin.


Við røðu frá Sif Gunnarsdóttir og hornblástri frá GHM er tiltakið nú farið av bakkastokki, og verður tað sum undafarin ár, verða væl fleiri gestir at síggja í Havnar gøtum sum kvøldið líður.