Mentanarnáttin á Tvøroyri verður sum ætlað

Hesum boða fyriskipararnir frá

– Vit hava tosað við landslæknan, Lars Fodgaard Møller og Pál Weihe, yvirlækna á Korona-ráðgevingini og í samráð við teir, hava vit gjørt av at halda Mentanarnáttina á Tvøroyri.

 

Soleiðis skriva fyriskipararnir av Mentanarnáttini, sum stendur til at vera fríggjadagin hin 28. mai.

 

– Korona-hóttanin er ikki av, men við at gera ymiskar tillagingar og syrgja fyri, at ikki ov nógv fólk savnast, so skulu vit nokk fáa eina góða mentanarnátt, siga fyriskipararnir.

 

– Vit fara at gera ymiskar tillagingar í skránna, soleiðis at vit fylgja tilmælunum frá heilsumyndugleikunum um frástøðu og reinføri. Hetta verður kunnað um so skjótt alt er klárt á heimasíðuni hjá kommununi og á Facebook.