Aftur í ár verður skipað fyri mentanarnátt á Tvøroyri, og ætlanin er, at dagurin verður hin 11. juli - ella miðskeiðis í summar.
Eins og undanfarna ár verður nógv spennandi og forvitnisligt á skránni, bæði til børn og vaksin.
- Møguleiki verður at seta tín dám á mentanarnáttina, har tú kanst luttaka við onkrum góðum, eitt nú heimagjørdum lutum, framsýningum, sangi ella øðrum, sum kundi verið áhugavert at upplivað og selt.
Tað veit Tvøroyrar kommuna at siga í dag.