Livandi tónleikurin sermerkir eisini Mentanarnáttina bæði innan- og uttandura. Mest sum allastaðni í býnum er tónleikur at hoyra.
Visit Tórshavn, sum skipar fyri Mentanarnáttini skrivar, at skráin plagar at vera drúgv og fjølbroytt, og um fólk hava okkurt tiltak til skránna, so er eru tey vælkomin at boða Visittorshavn frá fyri 12. mai.
Í fjør varð mentanarnáttin avlýst vegna koronu.