– Mentanarlívið skal ikki koma til eina loysn, tað skal koma til nógvar loysnir, sum kunnu broytast, mennast og flyta seg aftur og fram. Mentanarlívið skal ikki vera einsháttað, ikki at rokna út ella skilvíst, tað skal vera torgreitt, ótillagað og balstýrið.
Tað skrivar Inger Smærup Sørensen millum annað í oddagrein í Mentan í Sosialinum hetta vikuskiftið.
Hon skrivar soleiðis:
»Onkuntíð halda tey sonevndar konsenusráðstevnur í øðrum londum. Nakrir av týdningarmestu spurningunum í samfelagnum verða viðgjørdir, ein hópur av serfrøðingum og eins nógv vanlig fólk skifta orð um hesar spurningar í nakrar dagar, og so skulu øll finna fram til eina semju, ein konsensus um júst tann spurningin. Nevnast kunnu evni sum umhvørvið, brótskrabbi og heimloysi.
Ofta havi eg hugsað, at vit skulu hildu ein konsensusráðstevnu um mentanarlívið í Føroyum. Eg eri um at sálast, tí eg í heilum er mitt í einum endaleysum kjaki um listastuðul, tá lógaruppskot, sum eg havi óteljandi ferðir aftur vera løgd fyri tingið, tá eg síggi somu spurningar stinga seg upp umaftur og umaftur, tá eg stúri fyri overviðkvæmi av øllum endutøkunum. Tá alt melur í ring og ikki flytur seg av fetanum.
Tá tykist tað snilt! Lat okkum senda nøkur fólk inn í eitt rúm og ikki sleppa teimum útaftur, fyrr tey eru komin til onkra semju. Lat okkum finna konsensus. So hava vit okkurt at vera felags um, og sleppa vit undan vónleysu orðaskiftunum, sum bara eru endurtøkur. Tá høvdu vit tikið eitt fet framá.
Men sjálvt um orðaskiftið tykist gamal og kent, og ringt kann verða at fáa eyga á broytingar, so haldi eg kortini, at broytingar eru og fleiri enn tær høvdu komið eftir eina konsensusráðstevnu. Eg haldi yvirhøvur ikki, at tann pragmatiski máti at loysa knútar, sjálvt um hann kann vera snildur, tænir mentanarlívinum. Júst ósemja og vantandi konsensus, er partur av orkuni í mentanarlívinum og endaleysa orðaskiftið er ein íbygdur eginleiki.
Mentanarlívið skal ikki koma til eina loysn, tað skal koma til nógvar loysnir, sum kunnu broytast, mennast og flyta seg aftur og fram. Mentanarlívið skal ikki vera einsháttað, ikki at rokna út ella skilvíst, tað skal vera torgreitt, ótillagað og balstýrið.
Og tað er júst tað, sum mentanarlívið er. Endaleysa orðaskiftið um trupulleikar við listini og mentanini, sum endurtekur seg sjálvt í heilum, ber ikki boð um stillstøðu, men um at listin og mentanin eru torgreidd, ótillagað og balstýrin og harí liggur ein ovurhonds megi í, sum ikki skal temjast við onkrum slagi av konsensus. Kanska er so galið, at vit eiga at stúra fyri ov breiðum semjum um, hvar list er, hvussu hon skal stuðlast og stýrast og viðgerast politiskt. Kanska hevði tað verið tekin um stillstøðu, um vit brádliga loystu allar trupulleikar og samdust um alt.
Hesum uggi eg meg sjálva við, tá endurtøkurnar í mentanarkjakinum troytta meg mest. Tí troyttandi er tað, haldi eg, men vónandi eisini týdningarmikið.«
Mentan er mentanarblað í Sosialinum eina ferð um mánaðin. Ritstjóri er Inger Smærup Sørensen. Blaðið fæst í blaðsølunum og á www.sos.fo