Annika Olsen
Fòlkaflokkurin
?????????????
Í seinastuni hava verið fleiri góð og viðkomandi tiltøk til frama fyri størri javnstøðu á tingi, men skal javnvág fáast á kynsbíti á tingi er neyðugt við einari mentanarligari hugburðsbroyting. Spurningurin er so, hvat føroyskur mentanarligur hugburður er. Hetta er ein rættiliga fløktur og ringur spurningur at svara. Fyri at áseta hetta nærri skal eg framheva hálendska mentanar-serfrøðingin, Geert Hofsteede, ið ásetur mentan út frá nøkrum ítøkiligum hugtøkum. Millum annað ásetur hann mentan út frá, um hon er maskulin ella feminin. Hjá Hofsteede eru eyðkennini fyri maskulinu mentanina m.a. hesi:
?Materiel succes og menning hava stórt virði í samfelagnum
?Pengar og ogn eru av stórum týdningi
?Menn eiga at vera sjálvhevjandi, ambitiøsir og harðir
?Kvinnur eru kenslubornar og taka sær av teimum menniskjaligu viðurskiftunum
?Búskaparligur vøkstur skal hava høga raðfesting
?Samgongan raðfestir ikki menningarhjálp høgt í fíggjarlógini
?Fáar kvinnur verða valdar sum politisk umboð
Eyðkennini fyri femininu mentanina eru m.a. hesi:
?Umsorgan fyri øðrum og viðlíkahald hevur stórt virði í samfelagnum
?Bæði menn og kvinnur hava loyvi til at vera kensluborin og taka sær av menniskjaligum viðurskiftum
?Í familjuni taka bæði maður og kona sær av praktiskum uppgávum og kunnu bæði vera kensluborin.
?Varðveitsla av umhvørvinum høga raðfesting
?Samgongan raðfestir menningarhjálp høgt á fíggjarlógini
?Fleiri kvinnur verða valdar sum politisk umboð
Ástøði hjá Hofsteede er meiri umfatandi enn greitt er frá omanfyri, men áseta vit føroyska mentan eftir hesum eyðkennum, minnur føroyska mentanin heldur nógv um eina maskulina mentan.
Hyggja vit at tí politiska orðaskiftinum, síggja vit hesi eyðkenni aftur. Orðaskiftið ber ofta brá av einari differentiering í ávikavist bleyt og hørð virði, og er hetta øgiliga óheppið. Vandin við at nýta hesi orð er, at tey hava konnotativar associatiónir til ávikavist maskulin og feminin virði. Tað er ongin ivi um, at langt tann størsti veljaraskarin setir tey hørðu virðini, tey maskulini virðini høgt í meti, tí hesi virði skapa karmar um vinnulívið, skapa búðskaparligan vøkstur og leggja sostatt lunnar undir tey bleytu virðini, ið t.d. er barnaansning, skúlar, heilsuverkið o.s.fr.. Sostatt verða tey bleytu virðini ofta mótvegis teimum hørðu virðunum skurd fyri bert at "suga"pening úr landskassanum.
Uttan at hava nøkur ítøkilig tøl, so er tað mín sann-føring, at nógvar føroyskar kvinnur júst hava hesi sokallaðu bleytu virðini sum teirra áhugamál, og verða vegna henda minni virda hugburðin til tey bleytu virðini í Føroyum ikki tikin nóg nógv í álvara, sjálvt um tær eru góðir parlamentarikarir. Mótvegis verður ofta havt á munni, um ein kvinna hevur skil uppá fiskiskap, uppá fiskikvotur í Eysturgrønlandi, toskakvotur undir Føroyum, ja, so er hon ein rættur politikari í eygum veljarans. At henda differentiering í bleyt og hørð dagliga er at hoyra í tinginum fingu vit eitt dømi um mikudagin, tá ið Bill Justinesen tingmaður Miðfloksins hevði á lofti, at mennirnir høvdu funnið síni áhugamál í vegum, havnum og fiskivinnu, og at kvinnurnar máttu finna sær nøkur mál, tær kunnu marknaðarføra seg uppá.
Soleiðis sum politiska idealið er sett upp í dag við teimum hørðu virðunum sum ideal er tað ikki lætt fyri teir kvinnur og menn við teimum "bleytu" áhugamálunum at sláa ígjøgnum. Tí er tað umráðandi, at okkara grunnleggjandi mentanarligi hugburður broytist, og at ein vónandi marknaðarførsla og kampagna av føroyskum politikki kann beina burtur differentieringina av bleytum og hørðum virðum og gera hesi mál til eina samanhangandi eind, við líka stórum týdningi fyri samfelagið, har kvinnur og menn taka avgerð um eins væl bleyt sum hørð virðir. Endamálið kann ongantíð vera, at kvinnur bert skulu taka sær av teimum "bleytu" virðunum og menn av teimum hørðu, men harafturímóti má idealið verða, at bæði kyn supplera hvønn annan við teimum hugsjónum, tey hava um bæði hesi virði.