Allan Hjaltalin, Valevni miðfloksins til Tórshavnar býráð
?????
Mentanarhús skal byggjast, har bæði tónleikur og list skulu hava góð kor at virka undir !
Vit hava so nógvar evnaríkar tónleikarar her í Tórshavnar kommunu, men karmarnir fyri einum tónleikaralívi eru syndarligir.
Um foreldrini ella tónleikarnir sjálvir ikki hava nóg stóran kjallara, hava teir sum so einki venjingarhøli. Um teir ikki eru nóg "stórir" at leiga eina ítróttarhøll at spæla í, hava teir sum so ongan møguleika at vísa fram síni kynstur.
Hetta skal eitt mentanarhús broyta. Vit skulu hava eitt mentanarhús við venjingarhølum, fundarhølum og spælihølum, har bæði tónleikarar og onnur listafólk kunnu møtast og vísa, hvør dygd býr í teimum.
Eg eri tónleikari sjálvur, og er hetta tí eitt av mínum hjartamálum. Gev mær tína atkvøðu við býráðsvalið ?04, og eg skal gera alt fyri at fáa eitt mentanarhús, við øllum nútíðarkarmum, upp at standa her í Tórshavnar kommunu.