Áhugafelagið Slættanes skipar leygardagin 18. juni fyri mentanardegi á Slættanesi. ? ?Um fólk ikki hætta sær at ganga, er samband til Slættanesar eingin forðing, tí bátur fer at sigla. Tað er Norðlýsið sum er sett inn í sigling hendan dagin.
?
Túrarnir eru av Oyragjógv, og fyrsti túrur er leygardagin klokkan 15. Siglt verður allan dagin, til eingi ferðandi eru eftir.? ?Seinasti túrur av Slættanesi er leygarkvødið eftir midnátt klokkan 01.? ?Tað ber eisini til at fara til gongu við ferðaleiðara. Farið verður av Oyrargjógv klokkan 15 leygardagin.?
Tað er áhugafelagið Slættanes, sum skipar fyri mentanardegnum á Slættanesi.
Á Slættanesi verður eitt nú ?felagssangur, føroyskur dansur, tónleikur, náttartúrur, myndaframsýning og fólkafundur??
Millum teirra, sum framføra eitt hvørt, kunnu nevnast Steinbjørn B. Jacobsen, Heðin Samuelsen, Tøkum Lætt, Marjun Nielsen, Hildur Nielsen og Búi Brattaberg.?
- Dagurin sær fyribils soleiðis út: ? Myndaframsýningin í skúlanum við myndum, sum lýsa Slættanes bygd frá 1920-1960, letur upp seinnapartin.? Eftir døgurða verður skipað fyri gongutúri niðan á Túgvu við Marjun og Hildur Nielsen sum ferðaleiðara.
?
Áhugafelagið sigur, at klokkan 18 verður fólkafundur, har Steinbjørn B. Jacobsen og Heðin Samuelsen røða. ??Síðani verður hugnaløta í kirkjuni við livandi tónleiki og Tøkum Lætt fer upp á gólv aftaná.
Um kvøldið verður felagssangur og bál. Mentanardagurin endar við einum náttartúri klokkan 02, har møguleiki er at uppliva vakra slætta nesið.
- Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur áhugafelagið Slættanes.