Hetta tí, at størsti taparin ósemjuni millum Mentamálaráðið og Yrkisfelagið hjá Studenta- og HF-lærarum, kundi verið næmingarnir, sum ikki fingu prógvið, orsaka av einum stríðið, sum teir óviljaðir eru vorðnir partur av.
Í stuttum snýr málið seg um, at við skúlaársbyrjan vóru tveir flokkar í Hoydølum yvirmannaðir. Hægst loyvda tal av næmingum í einum flokki er 24, men í tveimum málsligum studentaflokkum í Hoydølum var talið 26. Hetta vildi Yrkisfelagið ikki finna seg í, og tá tað heldur ikki riggaði at samráðast um eina loysn til málið, so fóru lærararnir í teimum báðum yvirmannaðu flokkunum í verkfall í tveir dagar. Hetta fingu lærararnir eina skrivliga ávaring fyri, og fingu at vita, at endurtók tað seg, so vóru teir vístir burtur úr starvinum. - Hetta meta vit at vera sera grovt, og tað kunnu vit als ikki góðtaka. Vit vildu hava hesar ávaringarnar tiknar aftur, og tað hevur Mentamálaráðið nú gjørt, staðfestir formaðurin í Yrkisfelag Studenta og HF-lærara, Hans Andrias Sølvará.
Jógvan á Lakjuni er landsstýrismaður í Mentamálum, og hann heldur seg hava handla rætt í málinum: Vit kunnu ikki liva við, at næmingarnir ikki kunnu fáa prógv í summar orsaka av einum stríðið teir í veruleikanum ikki eru partur av. Næmingarnir eru óskyldugir í stríðnum, men tað eru teir, sum merkja avleiðingarnar, og tað vil eg ikki. Nú var tað so drigið so mikið langt út, at eg metti, at tað vóru vit, sum vóru noyddir at geva okkum. Um tað so eru vit, sum hava mist andlit mugu onnur taka støðu til, heldur Jógvan á Lakjuni.










