- Tað er ikki rætt av advokatinum hjá Skúlaráðnum í Kommunuskúlanum í Havn at leggja Mentamálaráðið undir embætismisnýtslu, sigur Olávur Jespersen, deildarstjóri í Mentamálaráðnum.
Mentamálaráðið hevur eingi boð fingið úr Fiskimálaráðnum í sambandi við, at tilgongdin við at skipa 10. flokk í Eysturskúlanum skuldi steðgað.
- Vit frættu um hatta í fjølmiðlunum, og frættu einki úr Fiskimálaráðnum, fyrr enn vit spurdu eftir avgerðini, sigur Olávus Jespersen, sum ikki skilir skuldsetingarnar frá Christiani Andreassen, advokati, um embætismisbrúk í Mentamálaráðnum - sum als ikki er partur í málinum, sigur hann.
Mentamálaráðið sendi hósdagin út tímabýtið til skúlarnar, og tað var áðrenn Fiskimálaráðið hevði kunngjørt niðurstøðuna av kæruni hjá Skúlaráðnum í Kommunuskúlanum. Og tað tímabýtið varð gjørt eftir ynskjunum, sum skúlarnir hava latið Mentamálaráðnum.









